Listen

Description

Vit hitta Martin Fjallstein, sum herfyri lat úr hondum fimta bind um Leirvíkar bygdarsøgu; Kinnu Poulsen, sum hevur sett upp fimtu myndaódnina í Steinprenti, eins og Bárður Jákupsson, sum hevur fingið serligt heiðurspláss á framsýningini.

Eisini hitta vit Elin Josefinu Smith, sum hevur sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, og Kára Svensson, ið skal hava framsýning í Stephanssons Húsi.

Og vit tosa við Steintór Rasmussen, nú nýggi Trøllapætur filmurin Dýr er barnaverð verður frumsýndur fríggjadagin, eins og Jastrid á Dalbø sigur okkum um mentanartiltak í Ribarhúsi í Fuglafirði.