Leygarkvøldið verður nýskrivaði leikurin Tómrúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs frumsýndir á Tjóðpalli Føroya. Vit mála ein vangamynd av Marjun, ið eitt nú nemur við týdningin av trý ára starvsløn og hvør avbjóðingin er, tá tú skrivar til pall.
Farnu vikuna var Finnland í eygsjón í Norðurlandahúsinum. Vit hitta tvey, ið vóru á palli: Emma Salokoski og vinnaran av Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins Pekka Kuusisto.
Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um listarligu prýðingina av hølum Innova hjá Vinnuframa; vit ringja til Týsklands, har risastóra filmsstevnan Berlinale er í hesum døgum; vit hitta fólkatónleikabólkin Svøbsk úr Danmark, sum fer at hava barnakonsert í Norðurlandahúsinum; eins og vit frætta um Nordisk 2014 - ein konsertrøð við 4 norðurlendskum elektrobólkum, sum eisini kunnu upplivast í Føroyum leygarkvøldið.
Í sendingini tosa vit við Marjun Syderbø Kjelnæs, Emma Salokoski, Pekka Kuusisto, Regin W. Dalsgaard, Ólavur Sverra Trónd Thorsteinsson (Trødl), Jón Sonna Jensen, Bárð Dahl Christiansen, Hansinu Iversen, Sakaris Stórá, Ingun í Skrivarastovu, Maren Dickmeyss, og Fróða Vestergaard.