Listen

Description

Kinna Poulsen útgreinar uppskotið, ið varð latið táverandi landsstýriskvinnu í mentamálum 7. oktober 2008.

Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú snarskeið í at skriva stuttsøgur, ungdómsmentanarstevnu í Norðurlandahúsinum, nú evstamark fyri tilmelding nærkast, sermerkta bindiverkstovu, forvitnisliga listaframsýning í Listaskálanum, virksemið hjá filmsfelagnum Klipp, ið nú aftur fer til verka, og konserttiltøk hjá Havnar Jazzfelag.

Í sendingini hitta vit. Signhild Johannesen, Kinna Poulsen, Lars Moa, Rakel Helmsdal, Sif Gunnarsdóttir, Birgir Kruse, Guðrið Poulsen, Kristian Blak, og Ann Højgaard Slot.