Listen

Description

Leygarkvøldið varð nýskrivaði leikurin Tóm rúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs frumsýndir á Tjóðpalli Føroya.

Vár Berghamar Jacobsen, kandidatur í leiklistafrøði; Bergljót av Skarði, cand. mag í enskum og føroyskum máli; og Pætur Marjunarson Dahl, cand. mag. í heimsspeki og films- og miðlavísundi umrøða nýggja leikin.

Og í Mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú fernisering í Gallarí Focus, har Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kári Svensson sýna fram; um Eivør og Aldubáruna, ið fara á pall í Norðurlandahúsinum sunnudagin; og ungdómssjónleikin Fuck, ið verður á palli í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið.