59 leikarar eru á palli í Víkingahúsinum í Gøtu, har Ria Tórgarð hevur leikstjórnað kenda Charles Dickens klassikaran sum sangleik.
Og á Sandi hava tey skrivað eitt sonevnt murder mystery dinner party, ið er sniðkað til hølini hjá Ungmannafelagnum Virkinum. Sóley Danielsen hevur leikstjórnað, og fara hendingarnar fram í fimtiárunum.
Vit hava vitjað í Gøtu og á Sandi, har vit hava hitt eitt nú leikstjórar, tónleikarar og leikarar.
Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú festivalin Børn & Ung Mentan, ið fer av bakkastokki í Norðurlandahúsinum sunnudagin 30. mars; listaframsýning Anne Marie Gøricke og Palla Gregoriussen í Galerie Focus; og nýggju bók Rakel Helmsdal, ?Hon, sum róði eftir ælaboganum?.