Vit hitta Jógvan Isaksen, ið sigur okkum um sína nýggja krimisøgu, "Prædikarin", eins og aðrar útgávur, ið Mentanargrunnur Studentafelagsins letur úr hondum í ár.
Dagny Joensen lat herfyri úr hondum bókina "Alt av kærleika", ið er skrivað um nakrar av teimum føroysku kvinnunum, sum í sekstiárunum blaðungar fóru av landinum, eftir at hava hitt hvør sín einasta eina amerikumann - vit hava verið á gátt hjá høvundanum.
Marjun Bæk hevur umsett bøkurnar "Um Guð" og "Um Jesus" eftir svenska høvundan, dramatikaran og komikaran Jonas Gardell - Marjun Bæk vitjar Armgarð Arge í útvarpsstovuni.
Forlagið Í Støplum gevur eisini fleiri bøkur út í hesum døgum. Vit fáa vitjan av John Dalsgaard, forlagsstjóra.
Virðislønta Sissal Kampmann gav leygardagin út forvitnisliga yrkingasavnið "4D" - vit hitta Sissal, sum eisini lesur upp úr nýggja savninum.
Eisini hitta vit Jógvan Zachariassen, sum er aktuellir við bókini "Frælsi"; ið ikki er ein vanlig lestrar- ella andaktsbók, men eru bloggur, sum høvundurin hevur skrivað á tórsportalinum.
Sprotin gevur út umleið eina bók um vikuna, vit tosa við Jonhard Mikkelsen, ið er maðurin handan Sprotan, um teirra virksemi.
Jákup Reinert Hansen, prestur og doktari í gudfrøði, hevur lisið bókina "Brøður í Føroyum", ið Tórður Jóansson hevur skrivað. Jákup Reinert Hansen ummælir bókina, sum upprunaliga kom út sum PhD ritgerð á enskum.
Í farnu viku lat Forlagið Hemlið úr hondum bókina "Etikinn" eftir Aristoteles, ið er 9. bókin, ið forlagið hevur givið úr. Vit tosa við Eilif Samuelsen, ið hevur umsett og tikið stig til útgávurnar.
7. mai 1972 søkkur Kjølbrotrolarin Sundaberg út fyri New Foundlandi. Vit práta við Birgir Waag Høgnesen, ið hevur skrivað bók um søguna hjá Sundabergi.