Listen

Description

Vit tosa við Meira Blaustein, ið tók stig til The Woodstock Filmfestival, um eitt nú hvussu festivalurin kom í lag, hvønn týdning festivalurin hevur fyri økið, vit spyrja hvat hon heldur um støðið á føroyskum filmi, eins og um møguleikar og hvat skal til.

Ludvíg á Brekku er hugtikin av list, og hann bæði skrivar og málar. Vit hitta Ludvíg eins og hann eisini lesur okkum stuttsøguna ?Grindaformaðurin?.

Mikukvøldið 15. januar kl. 7 verða Listaheiðurslønir Landsins latnar í Stórapakkhúsi suðuri i Vági. Martin Næs, ið er formaður í nevndini, ið ger tilmæli um hvør skal fáa Heiðurslønir Landsins, kemur á gátt at siga okkum hvørjum leisti verður arbeitt eftir, tá fólkini skulu finnast.

12 januar 1959 varð plátufelagið Motown stovnað. Vit tekna eina mini-vangamynd av týðandi og legandariska plátufelagnum, nú Motown gjørdist 55 ár sunnudagin.