Listen

Description

Í døgunum 6. til 16. februar verður The Berlinale Film, ið telist millum heimsins størstu filmsstevnur, á skránnið í Berlin - ein filmsstevna, sum í fjør taldi eina hálva millión vitjandi og har 124 lond vóru umboðað.

8. februar seta Sakaris Stórá og Ingun í Skrivarastovu kós móti Berlin til stóra filmsfestivalin, har filmurin "Vetrarmorgun" verður vístur sjey ferðir.

Filmurin "Vetrarmorgun" er eisini tilnevndur ein Teddy Award, ið er hin fremsta, tá talan er um filmar, ið varpa ljós á evnið, ið hava týdning fyri samkynd. Vit hitta leikstjóran Sakaris Stórá og framleiðaran Ingun í Skrivarastovu.

Sunnudagin fór stóra, spennandi og forkunnuga Finnlandsvikan "Land í eygsjón" av bakkastokki í Norðurlandahúsinum. Vit fara á gátt, har vit spyrja stjóran, Sif Gunnarsdóttir, og samskiparan, Hedvig Westerlund-Kapnas, um skránnað komandi vikuna.

Vit hitta eisini finsku dansararnar Henriki Heykyla og Maria Nurmela úr Tero Saarinen Company.