Eisini greiða Rógvi Rasmussen og Maria Winther Olsen okkum frá um tiltakið Klippfisk á ferð, um teir 8 føroysku filmarnar, og um hvørjir filmar eru í framleiðslu.
Filmarnir, ið verða umrøddir, eru Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá, Paint og Eg, ið báðir eru Nollywood framleiðslur, Ljós eftir Daniel Jensen, Munsch eftir Jónfinn Stenberg, John eftir Juliu í Kálvalíð, Eina eftir Andreas Høgenni, og True love eftir Heiðrik av Heygum.
Eisini hitta vit listarmannin Hanni Bjartalíð, sum í hesum døgum hevur listaframsýning í Öström.