Leygarkvøldið 8. mars verður á triðja sinni skipað fyri Wacken Metal Battle Føroyar. Vit hitta Teit Egholm Fossáberg, ið er ein av fyriskiparunum, og Theodor Kabnas, ið spælir guitar í Hamferð, ið vann bæði føroysku og altjóða kappingina í 2012.
Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú Spælimenninar í Hoydølum, sum í ár runda tey 40, Trónd Patursson, sum fríggjadagin hevur fernisering í Steinprenti, Fuglafjarðar Hornorkestur og Sørvágs Tónleikarfelag, sum hava tvær konsertir saman, og Sosialin, sum 14. mars letur úr hondum nýtt mentanarblað.
Í sendingini hitta vit Teit Egholm Fossáberg, Theodor Kabnas, Kristian Blak, Trónd Patursson, Trónd Olsen, Rúna Hentze, Inger Smærup Sørensen og Birgir Waag Høgnesen.