Listen

Description

Spurningarnir hesaferð snúgva seg um kvinnur, ið tosa babymál, útferðir við arbeiðsplássinum og um kvinnu- og mannfólkauppgávur.

sms-spurningarnir eru um, hvørt pør kunnu fara hvør sín veg at ferðast í feriuni, ella ikki, og so varð eisini spurt um panelluttakararnir ætla at hyggja at HM í fótbólti, og hvørjum teir halda við.

Í panelinum hesaferð eru Eiler Fagraklett, Petrina Berg og Barbara á Tjaldrafløtti