Listen

Description

Ummælararnir Elvira og Linda fara í dag til sín sísta liðtíma. Í dag er tað Stramma Upp hjá Vælveru Fitness, ið skal roynast. Eisini taka tær báðar samanum allar liðvenjingarnar, tær hava roynt og ummælt í vetur, og siga okkum hvør var best og hvør var vánaligast. 

Persónligi venjarin svarar eisini spurningi frá lurtara, og okkara luttakarar til Fit Lívstílsbroytingina, skulu vigast á triðja sinni.