Størsta drápsmálið í føroyskari rættarsøgu fær nógva umrøðu í føroysku miðlunum í hesum døgum. Pressan heldur seg ikki aftur í at endurgeva, hvat ið sagt verður í rættarsalinum. Heilt niður í smálutir, fáa lesarar, lurtarar og hyggjarar at vita, nær og hvar blóðplettir vóru funnir, nær og hvar fartelefonir vóru tendraðar og sløktar og hvussu heilt intim og privat viðurskifti vóru hjá teimum, sum verða avhoyrd. Men er tað etiskt rætt av miðlunum at kunna um hvønn smálut, sum kemur fram í rættarsalinum?
Tað kjakast Eirikur Lindenskov, Árni Gregersen, Liljan Weihe og Uni Arge um í útvarpsstovuni.
Kringvarpið hevði ynski um at sleppa at ?live blogga? frá rættargongdini, men tað varð noktað kringvarpinum. Hvat sigur lógin og hví hevði kringvarpið ynski um at sleppa at siga beinleiðis frá rættargongdini á heimasíðuni?
Og hví gjørdist heimasíðan hjá Kringvarpinum brádliga óvirkin, tá ið kommunuvalið var týskvøldið. Tekniski leiðari í Kvf er í útvarpsstovuni og greiðir frá, hvat hendi.
?...Og havið tók? eitur nýggjur dokumentarur, sum verður vísur í sjónvarpinum í kvøld. Hvat snýr hesin dokumentarurin seg um og hví gera ein slíkan dokumentar? - tað greiðir Jóannes Lamhauge frá, sum hevur gjørt sendingina.
Og í endanum á sendingini er Høgni Djúrhuus aftur frammi við vinkulslíparnum.
Hoyr sendingina her