Í sendingini hoyra vit um nýggju sjónvarpssendingina MÆLT. Eisini verður kjakast, um tað var ein smeitur fyri pressufrælsið, tá ið Kringvarp Føroya lat løgregluna meta um løgreglusendingarnar 14:48, aðrenn tær vóru sendar?
Ein lurtari spyr, hví Kristligt Lurtara- og Hyggjarafelag ikki situr í stýrinum fyri Kringvarpið? Og hví hevur tað almennan áhuga at fortelja, at ein aðalstjóri koyrdi fullur og rýmdi frá einum ferðsluóhappi?