Listen

Description

Fleiri túsund føroyingar og danir arbeiddu í Grønlandi í 50unum og 60unum, og nógv børn spurdust burturúr sambondum millum útlendskar menn og grønlendskar kvinnur. Eingin lóg kravdi, at menninir vórðu skrivaðir sum pápar, og tí eru børnini vaksin upp sum løgfrøðiliga faðirleys.