Í 1970 lækkar valrætturin til løgtingsvalið niður í 20 ár og hetta er eisini fyrsta valið, har persónliga atkvøðutalið skal vera avgerandi fyri, hvør á einum lista verður valdur. Hetta er eisini árið ítróttarhøllin á Hálsi í Havn verður vígd, og Dave Christian, ið er útvarpsvertur á Radio Luxembourg, vitjar í Føroyum.