Listen

Description

1976 er eisini árið Sundaferjan verður seld til Danmarkar, Eysturoyartunnilin verður alment tikin í nýtslu, Leynatunnilin verður skotin ígjøgnum, og Polarborg II verður jagstrað av bretskum sleipibáti undir Íslandi. Hesar og aðrar hendingar verða lýstar í hesu fyrru sendingini um árið 1976. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Finnboga Ísakson, Atla Dam, Dánial Paula Danielsen, Petur Reinert, Mikkjal Helmsdal, Jógvan Nolsøe og Frimodt Poulsen.