Í serligu netvarpsútgávuni fáa vit samrøðurnar við Mikkjal Olsen, skipara á Sigurfarinum, Per á Hædd, myndamann, Jógvan Arge, útvarpsmann, og Birgir Enni, stigtakara til fyrstu føroyskt framleiddu vindmylluna, í fullari longd.Umframt frásøgnina, um tá Sigurfarið bjargaði sovjetisku sjómonnunum, sigur Mikkjal eisini frá um tá eldur kom í Sigurfarið dagin eftir skipið varð komið á Klaksvík, um tá tríggjir av sovjetisku sjómonnunum vitjaðu í Føroyum í 2003, og um orsøkina, ið hevur verið nevnd sum grundgevingin fyri at sovjetisku sjófólkini ikki vildu fara av skipinum.Eisini eru eitt nú fleiri stutt tíðindabrot um fiski- og sjóvinnu í 1982, eins og ein stutt frásøgn um harðmæltar menn, tá grindaformaður skuldi veljast í Havn.Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1982, er eitt nú at politiska støðan er sera spent, svimjihøllin í Havn verður tikin í nýtslu, hvønn týdning nýggju útvarpshúsini hava havt fyri útvarpsskránna og sendingarnar, nú seinra byggistig verður tikið í nýtslu í 1982, og Per á Hædd fer til verka sum reklamufotografur.Í sendingini hoyra vit Johnsigurd Johannesen, Hilmar Kass, Jógvan Sundstein, Paula Ellefsen, Óla Breckmann, Mikkjal Olsen, Jógvan Ranghamar, Trygva Johansen, Poul Mohr, Birgir Danielsen, Martin Mouritsen, Leif Láadal, Per á Hædd, Niels Juel Arge, Petur Frederik Rosing, Jógvan Arge, Karin Joensen, Gunnar Hoydal, Christian Risager, Birgir Enni, eins og brot úr einari ørgrinnu av útvarpssendingum frá áttati- og nítiárunum, alt kryddað við tónleikabitum frá 1982.