1988 var eitt fjølbroytt og spennandi tónleikaár, tá hugsað verður um føroyskan tónleik, við eitt nú fyrstu føroysku fløguútgávuni, seks lp-plátum, og einum legendariskum kassettubandi.Frændir lata úr hondum fyrstu føroyskt framleiddu fløguna, 80'ini, Elin & Kári slóða fyri við bandinum Nalja, eins og lp-klassikarar sum Gaman og álvara við Hanus, Ymiskt á leiðini við M.C., 3 við Vestmonnum, Intro við Georg eystan Á, Dreymar við Av & Á, og fløgan Til allar vinir við Blátt síggja dagsins ljós.Hesar eru millum hendingarnar, vit umrøða í fjórðu sendingini um árið 1988, her evnið er mentanarárið 1988.