Búskaparkreppan setur eisini nýggj krøv til fiskivinnuna, og saman við Bjarta Mohr, ið var stjóri í Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking, og Helga Jacobsen, tíðindamanni, taka vit saman um føroyska fiskivinnu í 90?unum. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eisini samrøður við eitt nú Jógvan Sundstein, Atla Dam, Steingrím Nielsen, Sigurd Poulsen, Tage Benjaminsen, eins og vit fáa nýggjar samrøður við Jógvan Sundstein, Bjarta Mohr og Helga Jacobsen.