Listen

Description

Millumlandasiglingin hjá Smyrli setur kílar í landsstýrisamstarvið millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í 1979, og suðuroyingar mótmæla at Smyril verður tikin úr suðuroyarsiglingin á sumri. Eitt úrslit av mótmælunum er, at skjóttgangandi norski katamaranurin Hornøy verður leigaður úr Noregi á sumri 1979. Aðrar hendingar, ið verða umrøddar, eru eitt nú altjóða barnaárið 1979, stórkavarnir í februar og mai, upptøkurnar við popbólkinum Hjarnar í november 1979, og vit minnast listarmannin Sámal Joensen Mikines, ið andaðist 21. september 1979, 73 ára gamal.