"Íða" er fyrsta føroyska heildarútgávan við Frum. Jenný Augustudóttir Kragesteen, kvinnan handan Frum, hevur gjørt bæði orð og løg til teir 8 sangirnar á útgávuni.
"Íða" er eisini merkt av samstarvi við nakrar av fremstu røddunum í føroyska tónleikalívinum.
Umframt Jenný Augustudóttir Kragesteen syngja Lea Kampmann, Anna Sofía Skoradal (Gówa), Dania O. Tausen, Marianna Winther, Elinborg Pálsdóttir, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Jasmin Mote (Jazzygold) og Hans Marius Ziska á hvør sínum lagi umframt upplestur við Beinir Bergsson.
Tónleikurin er framleiddur í Akureyri og Bergen í samstarvi við Tord Stalheim N. Mortensen, Monika Engesteh, Linea Vissing, Sjur Folgerø og Nina Ugland.
Í tíðindaskrivi sigur Frum, at við Íða heldur hon áfram at kanna markið millum tað elektroniska og organiska, millum myrkur og ljós.
Skotsmál:
8/10 stjørnum: Regin Toftegaard
8/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen
Eyðfinn Jensen leggur til rættis