'it's Been a While' er heiti á fyrstu EP’ini við Jazzygold, ið er listanavnið hjá Jasmin Mote úr Vestmanna.
Á plátuni eru 6 sangir á enskum máli, sum Jasmin Mote hevur skrivað og framleitt saman við Daniel Hedberg úr Svøríki, ið eisini hevur ljóðblandað og mastera útgávuna.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at 'it's been a while' er eitt savn við seks løgum, ið taka lurtaran við á eina inniliga ferð gjøgnum tema um samleika, mótstøðuføri og sjálvuppdagan.
Útgávan fangar kjarnuna í søguni hjá jazzygold í ráum, inniligum tekstum og stemningsfullum ljóðmyndum. Frá sárbærum løtum til kraftmikla umfevnan av sjálvsvirði, avdúkar hvørt lag ein nýggjan kapittul í menningini hjá Jazzygold."
Skotsmál:
8/10 stjørnum: Malan Eyðunsdóttir
7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen
Eyðfinn Jensen leggur til rættis