Listen

Description

"Tíð" er heiti á aðru heildarútgávuni við tónleikabólkinum Deiggj, sum varð stovnaður í Suðuroy í 1981.

9 sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum er tikin upp í Studio Bloch, í Bunkaranum, Bakkastudio og í Deiggj studio, sum er í venjingarhølinum hjá bólkinum í Havn.

Framleitt og lagt til rættis hava limirnir í Deiggj saman við Benjamin Petersen og Vinjard Egilsnes Petersen, sum eisini hava staðið fyri flestu upptøkunum. Benjamin Petersen hevur ljóðblandað sangirnar og Daniel Bacigalupi hevur masterað plátuna.