Listen

Description

"Unicorn" er fyrsta LP útgávan við Ester Skála.  

Ester hevur sjálv skriva tekstirnar og gjørt tey sjey løgini á útgávuni, sum Kristoffur Mørkøre hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað. 

Í tíðindaskrivi verður boða frá, at innihaldið á plátuni er “søtt og pink”, og snýr seg um kenslur og lívsins viðurskifti, alt frá kærleika til hjartasorg, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi. 

Plátufelagið Tutl hevur givið "Unicorn" út á LP plátu og á stroymitænastum. 

 

Skotsmál:

9/10 stjørnum: Regin Toftegaard

7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen

 

Eyðfinn Jensen leggur til rættis.