Listen

Description

Vit hoyra framhaldssøguna - Leikur í talvi. Ragnheiður Gestsdóttir skrivaði og Lavirna Niclasen týddi til føroyskt. Birita Ludvíksdóttir lesur. Bókin viðgerð evnið - happing og vinarlag. Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari.

Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana; hetta sigur hon ikki fyri nøkrum.

Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki  er sum hini, fer at ganga í flokkinum.

Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000.

Dómsnevndin segði m.a.: 'Leikur í talvi er ein týðandi og fangandi søga, sum er skrivað við stórum innliti og kenslusemi.'