Høvuðspersónurin, Sóley, er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari.
Hon dugir væl í skúlanum, men trívist ikki, tí at floksfelagarnir av óskiljandi orsøkum happa hana; hetta sigur hon ikki fyri nøkrum.
Tíbetur fær lívið aðra vend, tá ið ein nýggj genta, sum ikki er sum hini, fer at ganga í flokkinum.
Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri. Bókin vann Íslendsku barnabókavirðislønina í 2000. Ragnheiður Gestsdóttir skrivaði. Laurina Niclasen týddi til føroyskt. Birita Ludvíksdóttir lesur.