Alt ov fá vita um okkum, heldur Ferðaráð Føroya. Gestirnir, bretska familjan Kerstie Pelling, Stuart Wickes og børnini Matthew, Cameron og Hannah hoyrdu um Føroyar av tilvild. Tey hava ferðast kring landið og kundu hugsað sær, at ábøtur vóru gjørdar í ferðavinnuni, og at vit vístu meiri av tí, sum vit longu hava.