Listen

Description

Sólbjørg Egholm livdi í nógv ár í ótta fyri fløskuni. Hon hevur verið gift tvær ferðir í ávikavist 11 og 14 ár og eigur fýra børn.
Bjørg Mortensen er psykoterapeutur og starvast á viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Hon hevur sjálv verið bæði rúsdrekkamisnýtari og avvarðandi hjá rúsdrekkamisnýtara.