Í trimum sendingum við Jákup Símuni Simonsen fara vit at hoyra um Hoyvík í fortíð og nútíð. Hoyvík er millum størstu búpláss í Føroyum við um 4000 fólkum. Fyri fáum árum síðani var Hoyvík ein lítil bygd. Upprunaliga var ein bóndagaður har. Tá ein fúti ikki slapp at planta skóg í Hoydølum, býtti hann ein uppsitaragarð burtur av festinum. Royndarstøðin í Hoyvík fekk í 1920'unum innvist á hesum garði. Partur av bygdini bleiv eisimi býlingurin Uttanfyri garðar. Glyvramaðurin Símun Joensen fekk loyvi at seta seg niður her, tá hann hevði gjørt seyðhøgar garðar um alla bygdina.