Listen

Description

Tað var uppliving at koma í Føroyingahavnina fyrstu ferð. Har var lív og størsta flakavirki føroy-inga. Umráðandi var at skunda sær aftur á fiskileið. Mitt í 60unum fór Viberg á sjómannaháskúla í Svendborg. Í 1963 var hann fyrsta túr við trolara, ?Leivi Øssurssoni?. Var liðugur á sjómansskúl-anum í Havn í 1967. Fyrsti kjansur sum stýrimaður var við ?Ranafossi?. Várið 1968 førdi hann ?Nim?, sum skjótt varð umbygdur til ídnaðarveiðu. Førdi ?Annu T? í Norðsjónum í fleiri ár. Viberg keypti skip sjálvur. Eitt var ?Norðheim? og annað var ?Anita?. Hon partrolaði undir Føroyum og var eisini á laksaveiðu. Brøðurnir fingu sær alistøð. Men lús forkom nógvum alibrúkum fyrru helvt av nítiárunum.