Beate sat í barnaverndini í Havn í 16 ár. Hon umboðaði sambandsflokkin. Hetta var eitt umleypandi starv. Viðhvørt vóru stórir trupulleikar, viðhvørt vóru málini smærri, men ein javnur streymur var, sum eftirlit mátti vera við. Í 2000 stillaði Beata upp til sjálvt býráðið, og varð vald tvey valskeið. Eitt skeið var hon formaður í sosialu nevnd. Í 1992 beyð amerikanska sendistovan í Danmark henni ein túr til USA at verða hjá, tá nýggjur forseti varð innsettur í januar 1993. Ferðin var áhugaverd og vardi einar 6-7 vikur við ferðing um alt landið.