Listen

Description

Karin Brattaberg átti fýra mammubeiggjar á Eiði: Frederik, Georg, Jørgen og Gunnar Joensen. Teir giftust allir av bygdini. Frederik til Vágs, Georg og Gunnar til Klaksvíkar og Jørgen til Keypmanna-havnar. Georg var skipari á Thor, tá hon var álopini út fyri Aberdeen í 1941. Hann visti ikki onnur ráð enn at skjóta eftir týskinum. Varð heiðrarður við merkinum Member of Bristish Empire. Við-hvørt stakst upp á mammuna at fara at ferðast. Í 1950 fór hon við øllum reiðrinum il Havnar, síðani til Vágs, Porkeris og Froðbiar og at enda til skyldfólk í Klaksvík. Í 1955 1955 var Karin í brúdleypi hjá systrini Dudduni og Hans David Matras á Kirkju.