Regin Joensen hevur búð alla sína tíð undir Gøtueiði. Hann er múrari og hevur arbeitt um alt landið. Fyrstu fólk, sum settu seg niður undir Gøtueiði í 1852, vóru úr Syðrugøtu og Norðragøtu. Maðurin Jóhan var av Lækjuni og konan Elsebeth Frederikka av Fløtti. Tey bygdu á Toppafløtu. Dóttirin Jóhanna Katrina og maður hennara Alexander Magnussen av Skála tóku við húsinum eftir niðursetufólkini.