Tað var tann tíð, tá KÍ vann FM í fótbólti hvørt ár frá 1966 til 1970. 66-liðið legði ein meistaraskap aftrat í 1972, men nústani hevur KÍ aftur vunnið FM í ovastu deildini tvey fylgjandi ár. Steinbjørn hjá Sam í Búðunum spældi trý ár í dreingjadeildini miðskeiðis í 50unum við góðum úrsliti. Í 1957 fekk hann sínar fyrstu dystir á 1. liði, og har vann hann heili 9 meistaraheiti. Sum smádreingir spældu klaksvíkingar á ymsum smærri vøllum í bygdini. Samtíðarspælarar í KÍ vóru eitt nú Magnus Kjelnæs, Ólavur Thomsen, Eyolvur og John Sigurd Joensen.