Listen

Description

Tingstaðurin á Selatrað var fyrstu tíðina hildin á Kvíggjarheyggi norðanfyri búsetingina. Har var tingið hildið úti. Har var eisini gálgin at hongja tey í, sum fingu deyðadóm. Í 14-1500 árunum varð tingið flutt undir tak og varð síðani hildið í bóndahúsunum Niðristovu Heimi í Bø. Nýtt gálgastað var nú uppi á Gálgasteini oman fyri húsini. I sendingini verður eisini sagt frá fleiri rættarmálum, sum komu fyri á sýslutinginum á Selatrað. Menn vórðu javnan dømdir frá lívinum fyri stuldur. Men onnur smærri mál komu eisini fyri.