Listen

Description

Selatrað er partur av Sjóvar kommunu. Í kommununi eru eisini Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv og Morskranes. Selatrað og Strendur eru markatalsbygdir. Hinar tríggjar eru niðursetubygdir. Skúli var á Selatrað frá 1890unum inn í 1960ini. Síðani hava børn av Selatrað gingið í skúla á Strondum. Gamli skúlin er til enn. Nú er hann umbygdur og er missiónshús. Hildið verður, at Selatrað hevði kirkju áðrenn reformatiónina. Í 1920unum tók Andrias Weihe, bóndi, stig til at byggja kirkju í bygdini. Hon stóð liðug í 1926 og varð vígd í januar 1927. Listarmaðurin Niels Kruse prýddi kirkjuna innan. Verkfrøðingurin Steingrím Winther teknaði hana.