Soleiðis skrivar ein kvinna í sínum brævi.
Ein onnur kvinna spyr hvat missrøkt kann gera við børn, og um ein brotin persónur kann gerast heilur aftur.
Ein triðja kvinna veit ikki hvussu hon skal vera við fostursoninum, tí hann er so illur inná hana og pápan. Hetta, tí mamma hansara "fyllur hann við lygnum".
Og so er ein ung kvinna, sum aldrin hevur kent gleði í lívinum. Eisini er hon kedd um, at foreldur hennara eru so líkasæl við hana og hennara lív.
Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur svarar brøvunum.