Listen

Description

Soleiðis skrivar ein kvinna í 40´unum í sínum brævi.

Víðari skrivar hon, at hon onki álit hevur á honum tá hann drekkur, at hann flirtrar við hennara vinkonu, og at hann vil deila hana við aðrar menn.

Kvinnan hevur ongan spurning til serfrøðingin. Tó so fær hon eitt svar, umframt eina rúgvu av viðmerkingum til sítt bræv á facebook-síðuni hjá Kyn og kenslum.

Tað er Turið Horn, parráðgevi og psykoterapeutur, sum svarar brøvinum á hesum sinni.

Ein kvinna í 50´unum spyr hvussu hon skal gera, fyri at fáa gamla parlagið til mannin aftur. Eftir at hon hevði krabbamein, er alt broytt, og hetta ger hana kedda og til tíðir tunglynta. Hon elskar mann sín, og vil koma honum nær aftur.

Ein kvinna í parlagi við manni hevur seinastu tvey árini hugt meira og meira at kvinnum á netinum. Hon spyr um hetta er normalt?

Og so er tað eitt par, sum vil vita um tey bara "skulu loypa í tað, og hava sex við øðrum - altso ein sokallaðan trýkant".

Hoyr Turið´sa svar her, og les svarini hjá øðrum lurtarum á okkara facebook síðu: Kynogkenslur.