Listen

Description

Henda kvinna hevur skrivað bræv til sendingina, tí hon vil hvussu hon fær mannin at raðfesta Facebook lægri, og teirra hjúnarband hægri.

Ein maður í 50´unum vil vita, hvussu kona hansara fær kynsligan hug aftur, tí í gomlum døgum var onki óført.

Og so er tað ein kvinna, sum aftaná 20 ár í hjúnarbandi umhugsar at fara frá manninum, tí hann als onga ábyrgd tekur heima við hús.

Ann Dahl Hansen, prestur, Turið Horn, parráðgevi og Jógvan Zachariassen, pastor eru í útvarpsstovuni.