Urd og Eyðfinn eru uppvaksin á Glyvrum og í Fuglafirði. Vertirnir Dania O. Tausen og Beinir Bergsson eru eisini uppvaksin á Toftum og í Sørvági. Øll eru virkin innan fyri list uppá ymiskar mátar. Urd varð sett sum mentanarleiðari í Runavíkar kommunu í januar í 2023 og hevur arbeitt miðvíst við at skipa fyri tiltøkum á Skálafjørðinum síðani. Eyðfinn hevur gjørt allan sín tónleik í barnakamarinum í Fuglafirði og saman tosa tey um hvar landið liggur tá tað kemur til áhuga fyri listaligum tiltøkum á bygd í løtuni, hvørjar avbjóðingar fylgja við og hvørjar dreymar tey hava fyri framtíðini.