Marna og Paula hava báðar havt nógv við ummæli at gera. Marna hevur ummælt á bloggi sínum “Egið rúm” (marnakj.wordpress.com) í langa tíð og Paula Gaard hevur skrivað phd. ritgerð um ummæli í Føroyum frá 1997-2007. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um týdningin av at ummæli vera skrivað, hvat eitt ummæli helst skal innibera, og jhvar man finnur dirvi til at ummæla.