Theodor og Mattias eru beiggjar og fáast báðir dagliga við tónleik. Theodor spælir metal við Hamferð og er ljóðteknikari hjá teimum allar flestu (og bestu) bæði í studio og til konsertir í Føroyum og uttanlands. Mattias er klassiskur pianist og spælir eisini við m.a Eivør, Knút og nógvum øðrum poppbólkum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um tað at vaksa upp í listaligari familju og at síggja hvønn annan vaksa tónleikaliga.