Listen

Description

Tey trý, Bárður, David og Rannvør, sita í, sum tey nevna tað, loysingarstaðnum í Danmark, sum er Drivhuset, ið liggur í Oyrasundsskúlaheiminum.

Prátið fevnir víða, tí tey práta um fordómar, sum tey og aðrir føroyingar hava upplivað í Danmark, tey víðka um føroyska málið, har trý nýggj orð verða uppfunnin, sum tildømis "morgunralskar". Síðani avdúka tey,  hvør av teimum tapti avbjóðingina og tískil hevur brúkt pengar í hópatalið.

Sendingina gera Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir.