Listen

Description

Hallur fekk áhuga fyri føroyskum dansi, tá hann fór í 3. flokk á Húsum. Har lærdu tey kvæði m.a. við at tekna tey, og summar av myndunum standa framvegis klárar fyri honum, tá hann kvøður. Hallur hevur verið nevndarlimur í Ung í dansi og hevur havt skeið í føroyskum dansi í Noregi.

Vit hoyra:

- Brókatátt við Norðstreymoyar dansifelag, Jóannes Bjørgvin skipar.

- Huldugentina við Suðuroyar Norðara dansifelag, Ásla Jespersen skipar.

- Fípuna føgru við dansifelag Kaggans, Regin Eikhólm skipar.

- Veðratáttin við Klaksvíkar dansifelag, Ólavur Syderbø skipar

- Stolt Signhild við Tøkum lætt, Anna Petersen skipar