Listen

Description

Vit fara upp á gólv nýggárskvøld og hoyra upptøkur, sum Kringvarp Føroya og Sláið Ring hava fest á band seinastu átta árini. Vit hoyra:

"Fuglakvæði eldra" - Stígum fast og Leikum Fagurt, Helga Hilmarsdóttir og Annika Olsen skipa.
"Sigmundskvæði eldra" - Dansifelagið íHavn, Birgir Djurhuus skipar. 
"De røvere tolv" - Tøkum Lætt, Jón Durhuus skipar.
"Seyðamaðurin á Sondum" - Vága Dansifelag, Edvard í Skorini Joensen skipar.
"Falkaríman" - Ung í Dansi, Katrin Dahl skipar.
"Det er i  nat en vaagenat" - Dansifelagið á Látrinum, Jógvan Højsted skipar.
"Strandatátturin" - Eysturoyar Dansifelag, Joen Carl Danielsen skipar.
"Viljorm Kornus" - Norðstreymoyar Dansifelag, Maria Kristiansdóttir skipar.
"Guðbrandskvæði" - Klaksvíkar Dansifelag, Jóhannes Jacobsen skipar.

Lagt til rættis: Jóhann Mortensen