Listen

Description

Temapláta er 'Diffucult To Cure' hjá Rainbow í 1981. Tá var Joe Lynn Turner komin við at syngja. Vokal-avloysari fyri upprunasangaran i Rainbow, Ronnie James Dio, hevði verið 'Graham Bonnet', men hann sang einans við á 'Down To Earth' í '79. Tað skuldi vísa seg, at Joe Lynn Turner fór at innspæla eins nógvar studioplátur sum Rainbowsangari og Ronnie James Dio, sum fór úr bólkinum í 1978 - tríggjar í part. Graham Bonnet er breti, meðani bæði Joe Lynn Turner og Ronnie James Dio, sáli, vóru føddir í USA.

Í 1981 var trummusláarin, Bobby Rondinelli, úr New York City eisni nýggjur í bólkinum, meðan bæði Roger Glover á bassi og Don Airey á tangentum høvdu plátuna frammanundan, 'Down To Earth', sum sína Rainbow-debut. Rainbow varð upployst í 1984 og teir báðir seinast nevndu eru í 2025 við í dagsins Deep Purple. Roger Glover er bæði bassgittaristur og framleiðari, og Don Airey er ein meistari á hammondurgu í rætta tangent-anda John Lords, sála, sum tók stig til Deep Purple.

Undir leiðslu av Roger Glover varð 'Diffucult To Cure' tilfarið tikið upp í Sweet Silence Studios í Keypmannahavn og Kingdom Sound Studios, Long Island, New York City. Plátufelagið Polydor gav verkið út tann 9. februar í 1981.

Plátubarrin 13.12.25