Listen

Description

Næstan fjøruti ár eru millum 'Stormávaring' í 1985 og 'Tíð' í 2023, men Deiggj hevur kortini verið virkin konsertbólkur. Nýggja útgávan frá 30. november 2023 hevur eitt mildari úttrykk, enn tann í 1985. Tekstliga eru báðar djúpar, men tann nýggja er meira lýsandi enn lærandi, og lagsmíðið er mjúkari.

Henda Temaplátan er ikki sum flestu aðrar Temaplátur í Plátubarrini, tí ein temagestur sigur frá verkinum. Hann er Fróði Vestergaard, ið er tann, sum hevur skrivað mest partin av tilfarinum til 'Tíð'. Fróði  heldur plátuna vera eitt bland av vísu- og fólkarokki, her teksturin telur minst helvtina.

Plátubarrin 9. mars 2024