Listen

Description

“Golden Maps” er ein mappa við fleiri myndum, ið bleiv send runt millum fólk. Í mappuni eru fleiri myndir av naknum kvinnum í Føroyum, ið høvdu við áliti tikið eina mynd til partnarin hjá sær. Lítið vistu hesar kvinnur um, at fleiri onnur eisini fóru at fáa hendur á hesar myndir.

 

-Eg føldið meg bíliga og vemmuliga, greiður ein ung dulnevnd kvinna frá, tá hon hoyrdi frá einum fremmandum persóni, at hann hevði sæð nakin myndir av henni.

 

-Eg drakk meg altíð kakkandi skít, tí eg hevði tað so ring, greiður unga kvinnan frá.

Tað var ikki fyri enn trý ár vóru liðin, at henda unga kvinna fekk frið.

-Hvørjaferð eg var í býnum, komu fólk yvir til mín og søgdu okkurt um myndirnar. Onkuntíð vóru tað menn, ið vóru minst 10 ár eldri enn eg.

 

Har vóru nógvar gentur, ið vóru á hesa so kallaðu “Golden-Maps”, ið eisini hava liva við avleiðingum, ið spøkja enn tann dag í dag.

 

-Áðrenn tú tekur eina nakin mynd av tær sjálvum, skalt tú hugsa teg væl um. Bíða til tú ert heilt vís í, at tú kanst stóla upp á viðkomandi, tú sendir myndina til. Men gloym ikki, at tað er ikki tú, ið sendir myndina, ið ger feilin. Tað er tann, ið sendir hana víðari, ið ger feilin og skal revsast, endar hon við at siga.