Listen

Description

Tað byrjaði tann 8. september í 2014, tá sendingin skifti navn frá »Reiðrið« til »RøddinLive«. Tað er við sorgblídbni, at vertirnir Beinir Bergsson og Hjørdis Zachariassen nú jarða sendingina. Vit práta við ein gamlan vert, sum hevur verið við til at halda støðið høgt og samstundis gera sendingina ungdómsrelevanta. Tað er Rebekka Manuela Behrens. Hon greiðir frá, hvussu tað var at byrja sum vertur aftur í 2014. Eisini eru nakrir skribentar hjá Røddini bjóðaðir við inn í studio til eina spurnakapping um søguna hjá sendingini. At enda, áðrenn sendingin fyri seinastu ferð verður hoyrd í útvarpinum, práta vit við redaktørin, Birgith Lassen. Hon greiðri frá, hví mann hevur valt at taka sendingina av útvarpsskránni, og hvørjar framtíðarætlanir hon hevur við ungdómsútvarpi. Vit vilja hervið takka fyri okkum
- Vertirnir Beinir Bergsson & Hjørdis Zachariassen. <3